Umsóknir um stuðul skulu sendast til studul@faroeship.fo

Faroe Ship hevur tann stuðulspolitikk, at latin verður einans stuðul til føroysk endamál. Serligur dentur verður lagdur á at veita stuðul til menning av føroyskum máli, mentan og virksemi, ið hevur tilknýti til flutning, trygd og sjógvin. Innan ítróttina er hetta til dømis rógving og svimjing.

Onnur dømi eru lívbjarging, varðveitsla av gomlum skipum/siglingarsøguligum tilfari og trygd á sjónum.